U12 kappingin gekk sera væl

eftir JK tann 20/05/2012

Tað var ferð í U12 kappingini í Gundadalshøllini

HSF skipaði sunnudagin fyri kapping fyri U12 aldursbólkin – samstarvi við Neistan. Spælt varð á teimum smáu vøllunum, soleiðis at 3 dystir kundu vera samstundis. 24 lið meldaðu til úr H71, Neistanum, VíF og StíF og spælt varð í 4 bólkum: gentur yngru, gentur eldru, dreingir yngru og dreingir eldru. Endamálið at fyriskipa kappingina var at fáa hondbóltsvirksemið eisini at vera um summarið.

Í kappingini vóru 24 lið, har hvørt liðið fekk fimm dystir og eina samlaða spælitíð upp á 60 min. Hvør dystur var 2×6 min við hálvleikssteðgi upp á ein min. Á vøllinum vóru tilsamans gott 100 leikarar og spælt varð frá kl. 13 til kl. 18.45.

Vinnaraliðini fingu hvør sína T-shirt frá Tryggingarfelagnum Føroyar. Harafturat fingu allir leikararnir ein pakka av heftiplástum, eisini trá Tryggingarfelagnum. Sagt í skemtið – varð hetta hugsað sum plástur upp á sárið hjá teimum, ið ikki rukku fyrsta plássinum.

Sigast má, at alt gekst sera væl í hond og tað var góður hugur og stemningur í høllini. Í næstum verður hendan royndin eftirmett og so fáa vit at síggja, um hetta verður eitt afturvendandi tiltak – kanska við møguligum tillagingum.

Niðanfyri eru myndir av øllum leikarunum og myndir av vinnaraliðunum.

Yngru gentur

H71 vinnnarar yngru gentur. Frá vinstru:

Eldru gentur

Neistin, vinnarar eldru gentur. Frá vinstru:

Yngru dreingir

Neistin d4, vinnarar yngru dreingir. Frá vinstru: Bjartur, Dánjal, Vernar, Rúni og Julian

Eldru dreingir

H71 d2 vinnarar eldru dreingir. Frá vinstru:

 

Fyrri postur:

Næsti postur: