Hóast steðgur er í hondbóltinum her heima í løtuni, so er HSF virkið úti í heimi, nevniliga á eygleiðara- og dómaraøkinum.
Fríggjadagin 8. juni skulu Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen til Bari í Italia at døma landsdyst millum Sveis og Stóra Bretland. Hetta er fysti av trimum dystum, sum teir skulu døma i kvalifikatiónsbólkaspæli. Í bólkinum eru Italia, Sveis, Stóra Bretland og Grikkaland.
Sunnudagin 10. juni hevur Kristian Johansen fingið uppgávuna at vera eygleiðari í landsdysti millum Svøríki og Montenegro. Dysturin verður spældur í Svøríki.

