Fæst tú við børn, ung og ítrótt?

eftir JK tann 22/08/2012

Tilboð frá ÍSF um venjaraskeið: 

Til Feløgini
Hevur tú hug at førleikamenna teg, at fáa eitt netverk tvørtur um ítróttagreinar og fáa íblástur til komandi kappingarár?
So er eitt skeið hjá ÍSF nakað fyri teg – sí lýsing niðanfyri.

 Skeið fyri venjarum – Venjari 1
- Ítróttur fyri børn og ung.
- Ítróttur og venjing
- Ítróttaskaðar – nei takk (E-skeið)

 

Tann 15. og 16. sept. 2012 verður skipað fyri enn einum skeiði fyri venjarum. Hesa ferð eru grundskeiðini løgd saman, soleiðis at tað bæði er skeið 1: ítróttur fyri børn og ung og skeið 2: ítróttur og venjing og skaðar.

 

Byrjað verður leygardagin kl. 09.00 til 20.30 og sunnudagin verður hildið fram frá kl. 09.00 til 17.00. í Ísf-húsinum í Havn.

 

Evni:

ítróttanámsfrøði, ítróttaumhvørvi, menning hjá børnum, venjing, trygd og ábyrgd, etikkur og moralur. Hví venja? Og hvussu? Upphiting, anatomi og fysiologi, venjingarprinsippir, undirvísigarprinsippir.

Skeiðið skiftir ímillum at vera teoretiskt og praktiskt, so tá er gott við ítróttaklæðum.

 

Ongin próvtøka er, men kravt verður,  at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið verður luttøkubræv útflýggjað.

 

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska Ítróttasambandinum. Møguleiki er sostatt at byggja víðari upp á skeiðið.

 

Málbólkur:

Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.

 

Hvat fært tú burturúr:

- Vitan um menningina hjá børnum, fysiskt, psykiskt og samfelagsligt

- Tú  lærir nakað um námsfrøði, venjarar av ymsum slag, at seta sær mál, um týdningin av góðum ítróttaumhvørvi.

- Ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá børnum og ungum

- Vitan um, hvussu kroppurin virkar, og hvat ein má taka hædd fyri í sambandi við venjing. Grundleggjandi vitan um venjing og fysiologi.  Vitan um, hvussu ítróttaskaðar kunnu fyribyrgjast og um týdningin av rættari uppvenjing, um skaðin er hendur.

 

Upptøkutreytir:

Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Tó kunnu vit gera frávik frá regluni um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

Luttøkugjald:

Kostnaðurin fyri skeiðið er 650 kr. Íroknað er frálærutilfar og matur.

Tilmelding:

Tilmelding (navn, aldur, tlf.nr. og teldupostaddressa hjá luttakarunum) er neyðug og seinasta freist at melda til skeiðið er 6 sept. 2012 á ahl@isf.fo ella á tlf. 312606/280706.

Meiri fæst at vita frá ÍSF skrivstovuni tlf.: 312606 ella frá Anniku á telduposti ahl@isf.fo ella á tlf.: 282331

Fyrri postur:

Næsti postur: