Lív er danmarkarmeistari

16 ára gamla Lív Poulsen úr Vestmanna vann danmarkarmeistaraheitið fyri U16 í gjár. Hon spælir við FC Midtjylland, sum vann finaluna á Skanderborg. Úrslitið var 25-24.

– Tað var heilt fantastisk og stuttligt at uppliva, sigur hon.

Lív fór á hondbóltsskúla í Ikast í november, har hon hevur kappast um pláss á liðnum hjá FC Midtjylland. Kappingin er hørð, men hon hevur vunnið sær pláss á liðnum, sum nú er tað besta í Danmark í hesum árganginum.

Lív er vinstrahandað og spælir á høgra vongi. Hon spældi 35 minuttir í finaluni og skeyt eitt mál.

Hon hevur verið darvað av skaða seinastu vikurnar, men nú var hon aftur tøk.

– Eg eri sera fegin um, at armurin var í lagi, so eg kundi spæla finaluna, sigur Lív Poulsen.

Hon spældi ikki við, tá danmarkarmeistaraskapið fyri eftirskúlar var síðsta vikuskiftið. Tá vunnu Lív og liðfelagarnir eisini.

Í stórari menning
Lív heldur seg hava gjørt stór framstig seinastu seks mánaðirnar. Tað verður eisini lagt nógv fyri. Tær venja tvær ferðir um dagin, leygardag hava tær frí, og so spæla tær dyst sunnudag.

– Har eru fleiri sera góðir spælarar, og eg venji nógv fyri at kunna gera meg galdandi. Eg havi serliga vant styrkivenjing, tí donsku spælararnir hava verið betri fyri kropsliga, men nú haldi eg, at eg eri eins væl fyri sum tær, sigur Lív.

– Tað er kanska ikki so løgið, at blusurnar ikki passa um herðarnar longur, leggur hon flennandi afturat.

Lív er sera fegin um, at hon fór til Danmarkar at spæla, og hon heldur eisini, at allir hondbóltsáhugaðir føroyingar eiga at fara á hondbóltsskúla. Tað eru fleiri góðir eftirskúlar í norðanlondum.

– Eg havi ikki bara fingið nógv burturúr sum hondbóltsspælari. Eg havi knýtt nýggj vinarbond og havt øðrvísi og stuttligar upplivingar, sigur hon.

Ein annar føroyingur spældi eisini við í hálvfinalunum um danmarksmeistaraheitið. Marita Mortensen og hinar í FIF Håndbold endaðu á fjórða plássi.


Marita og Lív

 

A-landsliðið hjá kvinnum úttikið

18. mars 2024

Landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Svøríki og Íslandi, ávikavist á heima- og útivølli tann 3. og 7. apríl.

Íblástur við Peter Bredsdorff-Larsen

14. mars 2024

Tá føroysku A-landsliðini eru saman, er tað útyvir týdningarmiklar fyrireikingar, eisini møguleikin hjá okkara venjarum kring landið at fáa íblástur frá okkara A-landsliðsvenjarum, sum hava nógvar royndir frá altjóða hondbóltsheiminum.

Lýsing eftir dómaramennara

6. mars 2024

Føroyskur hondbóltur hevur verið í støðugari menning seinastu árini. Stóra menningin í spælinum setur alsamt størri krøv til døming og kringviðurskiftini í hesum sambandi. Ásannandi tørvin at stimbra og menna dómaraumhvørvið í føroyskum hondbólti, søkir HSF tískil eftir einum dómaramennara.