A-landsliðið hjá monnum skal komandi vikuskifti 9. – 12. januar leika HM-undandystir í Luksemburg.
Eitt lið kemur víðari úr hvørjum bólki, sum síðani skulu spæla play off dystir móti teimum høgri styrkismettu liðunum.
Dystarskráin til HM-undandystirnar sær soleiðis út:
Fríggjadagin kl. 16.00 Litava – Føroyar
Leygardagin kl. 14.00 Slovakia – Føroyar
Sunnudagin kl. 16.30 Føroyar – Luksemburg
FM 1 sigur frá øllum dystunum, Portal.fo, in.fo og sosialurin eru eisini við og KVF fer at stroyma dystirnar.